Fyri fyrstu ferð fyllir ein tingmaður 23 ár

Í dag fyllir fyrst valdi tingmaður á seinasta løgtingsvali – og yngsta tingfólk nakrantíð, Beinir Johannesen 23 ár.

Her situr yngsti tingmaður í skiparasessinum á nýggja frystilínuskipinum, Klakki, sum pápi hansara Líggjas Johannesen og aðrir eiga

Her situr yngsti tingmaður í skiparasessinum á nýggja frystilínuskipinum, Klakki, sum pápi hansara Líggjas Johannesen og aðrir eiga

Hann var 22 ára gamal, tá hann varð valdur á ting 31. august í fjør, og harvið gjørdist hann yngsti persónur nakrantíð, sum varð valdur á ting.

Tá sló hann metið hjá Jákup í Jákupsstovu, sum hann setti, tá hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin 6. november í 1945. Hann var tá 23 ára gamal, føddur 7. juli í 1922.

Sostatt er tað fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt tingfólk hevur 23 ára føðingardag.

Umframt at vera yngsti tingmaður, so er Beinir Johannesen eisini fyrst valdi tingmaður. Tað vil siga, at hann er tann persónur, sum er valdur við flestu atkvøðum á tí listanum, sum eisini fekk flestar atkvøður, Fólkaflokkurin.

Beinir Johannesen fekk 998 persónligar atkvøður á Fólkaflokslistanum. Tað er til dømis 276 atkvøður fleiri enn floksformaðurin, Jørgen Nicalsen og 215 fleiri enn Jacob Vestergaard.

Tríggir aðrir mans á øðrum listum fingu fleiri atkvøður enn Beinir. Teir vóru farbróðir hansara, Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður, sum fekk 2.323, Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri og formaður í Tjóðveldi, sum fekk 1.208 og Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins og núverandi løgmaður, sum fekk 1.218.

Her situr yngsti tingmaður í skiparasessinum á nýggja frystilínuskipinum, Klakki, sum pápi hansara Líggjas Johannesen og aðrir eiga