Fyrrverandi stjori í Danske Bank funnin deyður

Fyrrverandi stjórin í Dasnke Bank í Estlandi, Aivar Rehe, varð mánadagin eftirlýstur, tí familjan hevði boðað frá, at hann var horvin.

Síðani hevur verið leitað, og í gjár, mikudag, varð hann funnin. Hann lá deyður í hava sínum aftanfyri nakrar runnar.

Estiska løgreglan hevur verið fyri atfinningum, tí at Rehe ikki bleiv funnin fyrr, men umber seg við, at tá fólk soleiðis hvørva, so eru tey sjáldan á egnum matrikli. Eisini lá hann soleiðis fyri aftan fyri runnar, at hann ikki sást frá húsinum.

Sagt verður, at onki bendir á vanlukku ella brotsverk, men at løgreglan metir at alt bendir á at Rehe er deyður fyri egnari hond.

Rehe var stjóri í Danske Bank í estlandi frá 2007 til 2015, og bankin hevur verið miðdepil í sera stóari sak um hvíting av peningi. Hann hevur tó ikki verið undir illgruna, men hevur hinvegin verið vitni í sak móti 12 persónum, sum arbeiddu í bankanum.