Fyrsti føroyingur innlagdur við korona

Men nú eru eisini 23 føroyingar frískir aftur

Í morgun er tað staðfest, at tilsamans 23 føroyingar, sum hava havt korona, eru frískir aftur. Tað boðað myndugleikarnir frá í morgun.

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi, siga myndugleikarnir.

Men nú er tann fyrsti føroyingurin, ið hevur fingið staðfest corona-smittuna, er  innlagdur á Sjúkrahús til viðgerðar.