Fyrsti túrur darvaður av veðri

Týsdagin í farnu viku kom Jákup Sverri aftur av fyrsta túrinum í ár, sum eisini var fyrsti hydrografitúrur hjá Jákup Sverra.

Túrurin byrjaði norðanfyri eftir standardskurðinum har.

– Tær fyrstu støðirnar vóru merktar av at nýggjar mannagongdir skuldu setast í verk, men so við og við kom gongd á. Seinni stungu tekniskir trupulleikar seg upp, og onkur teirra var heldur drúgvur at loysa, skrivar Havstovna á heimasíðuni.

##med2##

– Samanumtikið gekst tó væl, og allur skurðurin bleiv tikin í øllum góðum. Siglt varð nú inn á Klaksvík at seta ein handverkara í land, men vegna vánalig veðurlíkindi, varð ikki farið avstað aftur fyrr enn sunnukvøldið 14. februar. Tá var farið vesturum at taka standardskurðin út á Føroyabanka. Hóast nógva aldu, gekst væl at taka støðirnar har.

##med3##

Túrfrágreiðingin frá túrinum er at lesa her.