Fyrstu ferð: Talið av koronasjúklingum á intensivari deild fellir í Italia

Yvir 15.000 fólk eru deyð í Italia av koronavirus, síðani útbrotið byrjaði.

Fyri fyrstu ferð er talið av sjúklingum, sum eru innlagdir á við koronasmittu á intensiva deild á sjúrkahúsum í Italia, fallið.

Tað sigur italska heilsutilbúgvingin í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað eru nú 3943 sjúklingar innlagdir á intentsivum deildum kring Italia, sigur uppgerðin í dag. Í gjár vóru tey 4068 í tali.

Tað er fyrstu ferð, at talið er lækkað, síðani koronafarsóttin breyt út í Italia 21. februar.

– Tað eru ógvuliga góð tíðindi, tí sjúkrahús okkara fáa nú andað, sigfur ángelo Borrelli sum er stjóri fyri heilsutilbúgvingini.

Italia hevur skrásett 681 andlát millum koronasjúklingar seinasta samdøgrið.

Tað er eitt lítið fall í mun til í samdøgrið frammanundan. Fríggjadagin var talið av deyðum millum koronasmittað 766 fólk, og dagin fyri 760.

Tilsamans eru deyð 15.362 fólk, síðani útbrotið byrjaði í Italia í februar,

Talið av koronasmittaðum er í dag hækkað við 4805 til 124.632 tilsamans.

Seinastu fimm dagarnar á ráð hevur talið av nýggjum smittutilburðum ligið millum 4000 og 5000.

Italska stjórnin vónar, at smittuspreiðingin nú er stagnerað. Síðani er vónin, at smittukurvan fer at fella næstu tíðina.

/ritzau/