Gadus komin heim

Flakatrolarin Gadus legði at bryggju í Klaksvík í dag – flaggdagin kl. 13. Teir fóru avstað 14. februar, so hetta má sigast at vera ein góður túrur.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Teir hava 748 tons – mesta er toskaflak, og hava teir roynt í norskum sjógvi.

Písurin sigst vera góður, so tað er hugaligt.

Hendan túrin vóru 32 mans við. Skipari hendan túrin var Ólavur Biskopstø.
– Væl afturkomnir!

##ms##

Orð og myndir: Dávur Winther