Gaini: – Danmark brúkar skeiva strategi

– Eg skilji ikki argumentini fyri at lata barnagarðar og skúlar upp fyrst, sigur Shahin Gaini í samrøðu við danska blaðið, Politiken

Serlækni og yvirlækni Shahin Gaini heldur ikki, at Danmark brúkar røttu strategi at lata danska samfelagið upp aftur. Í samrøðu við blaðið Politiken finnist hann at framferðarháttinum frá byrjan til enda.

Tí nú ætlar Danmark at lata samfelagið spakuliga upp aftur við eitt nú fyrst at lata tey yngstu børnini sleppa í skúla og í barnagarð. Umleið helvtin av landsins skúlum og dagstovnum lata upp mikudagin 15. apríl, sambært Kommunernes Landsforening, meðan restin letur upp vikuna aftaná.

Men Shahin Gaini hevur trupult við at skilja logikkin í hesum.

– Eg skilji ikki argumentini fyri at lata barnagarðar og skúlar upp fyrst. Børn og ung eru drívmegin í epidemiini. Tey eru motorurin í smittuspjaðingini. Tað sóu vit í Danmark í byrjanini. Tað vóru ikki tey eldru, sum tóku smittuna við heim frá skiferiu. Tað vóru tey ungu og frísku, sigur hann við Politiken.

Gaini ivast ikki í, hvat hann heldur effektivastu loysnina vera.

– Eg haldi, tað fornuftigasta hevði verið at havt stovnar og skúlar stongdar so leingi, sum yvirhøvur møguligt, sigur hann.

Í greinini verður víst á, at heilsuverkið í Føroyum higartil hevur megnað at havt tamarhald á smittuni, soleiðis at eingin hvørki er deyður ella álvarsliga sjúkur. Shahin Gaini sigur, at orsøkin til hetta er serliga føroyska strategiin, har mann fyribyrgir smittuni við at taka so nógvar royndir sum møguligt, uppsporar og isolerar.

Men í Danmark hevur mann brúkt eina aðra strategi. Har hevur mann bara tikið royndir av teimum, sum hava verið ringast fyri, og hesa strategi er Gaini ikki fegin fyri. Tí ræður um ikki at loypa fram av og lata samfelagið upp beinanvegin, meinar hann.

– Eg rokni við, at vit fara at síggja fleiri lond í Europa, sum fara at hava skúlar og stovnar stongar í øllum førum í tveir til tríggjar mánaðir aftrat, tí tað er ekstremt effektivt. Eg eri ikki samfelagsbúskaparfrøðingur, men viðvíkjandi smittuspjaðing, haldi eg heldur, at stjórnirnar burdu latið upp onnur støð. Til dømis fleiri arbeiðspláss, sigur Shahin Gaini og vísir á møguligar avleiðingar við at lata skúlar og barnagarðar upp nú aftaná páskir.

– Um børnini fyrst fáa at vita, at tey kunnu fara í skúla, so rokni eg við, at tey tulka tað sum, at teirra lív er blívið normaliserað. Eisini tá tey ikki eru í skúla. Tað vil siga, at vit risikera at seta gongd í smittuketuna. Og so kann mann jú risikera at kasta alt á gólvið aftur, sigur Shahin Gaini við Politiken.

Um tú hevur hald til Politiken, so kanst tú lesa alla greinina HER.