Í dag, hin 22. januar, eru liðin 10 ár, síðan Bygma Gólv læt upp nýggju gólvdeildina í Hoyvík, og hetta lata tey ikki fara aftur við borðinum.
Leiðarin á deildini, Sólbjørn Thomsen, er meira enn nakar royndur í leikum. Hann hevur næstan ikki fingist við annað enn gólv í 36 ár.
Hjá Bygma Gólv byrjaði dagurin klokkan 08, tá gólvdeildin læt dyrnar upp.
- Frá morgunstundini bjóða vit kaffi og okkurt afturvið, og frá umleið klokkan 11.30 í morgun bjóða vit ókeypis pylsur og sunkist úr einum pylsuvogni, sum kemur at standa her í túninum.
Væntandi er, at pylsur og sunkist fáast til umleið klokkan 14 í dag.
Sólbjørn Thomsen sigur, at hetta verður ikki tað einasta, sum Bygma Gólv bjóða í dag, hátíðardagin.
- Vit hava eisini nógv góð tilboð í samband við høvið, og her hava vit valt út eitt hav av ymiskum vørum, sum vit selja við stórum avsláttri.
Balslev hevur í nógv ár havt gólv í sínum konsepti sum timburhandil, men tað var ikki fyrr Mr. Gólv, róptur - Sólbjørn Thomsen - varð settur í starv í fyritøkuni, at farið varð í holt við at byggja upp eina veruliga gólvdeild í fyritøkuni.
##med2##