Gevst í X-Factor

Eftir tvey umfør hevur Lars Ankerstjerne valt at gevast sum dómari í donsku útgávuni av X-Factor. Hetta hevur hann upplýst á síni Instagram vangamynd.

Hann sigur, at hann nú fylgir nýggjum dreymum og ætlanum, og tí tekur ein steðg í X-Factor, og verður ikki við, tá næsta kappingingarár byrjar.

Hann sigur seg fara at sakna fólkini, ið starvast aftanfyri upptøkutólini, tí hetta eru dugnalig fólk, sum tað er stuttligt at arbeiða saman við.

Onki er frætt um, at Blachman hevur ætlanir um annað, enn at halda fram, men Oh Land, sum eisini hevur verið dómari, er við barn, men enn er ógreitt, um hon heldur fram sum dómari í X-Factor, tá næsta kapping byrjar.