Góð fólkaheilsa og sunnur rakstur

Tilsamans kostar heilsuverkið 1,1 mia. kr. at reka árliga, og farna valskeið er játtanin økt við 250 mió. kr.

 Nógv frasmtig eru gjørd. Ein aðaltáttur í heilsupolitikkinum næstu árini eigur at gerast fyribyrging.

 Fólkaheilsuráðið hevur nevnt, at hundraðtals milliónir krónur eru at spara í longdini, um størri dentur verður lagdur á fyribyrgjandi átøk.

Merkisvert er, at vit framvegis innflyta hópin av matvørum, ið eru nógv ósunnari enn tær, vit sjálv framleiða.

Sum fiskivinnutjóð áttu vit at kunna givið ungum sum eldri lætta og bíliga atgongd til fiskaúrdráttir.

Meira skuldu vit eisini gjørt við grønmetisframleiðslu til egið brúk. Økt framleiðsla á tí økinum er eisini arbeiðsskapandi.

Landsverk umrøður við støði í 3. heimsmálinum hjá ST fólkaheilsu í sambandi við nýggju samferðsluætlanina.

Súkkling, gongd og renning skulu uppraðfestast við gøtuskipanum. Uppskotið er skilagott, tí fá eiga so vakra og frískliga náttúru sum vit.

Umráðandi verður eisini at uppraðfesta heilsukanningar. Atgongdin skal vera ómakaleysari, so sjúkur verða loftaðar tíðliga, og tyngsti viðgerðartørvurin minkar.

M.a. útfarandi heilsukekk, har fólk eru stødd í egnum umhvørvi, kundu havt við sær, at vit rukku tí málinum.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi