Góðar tíðir valdast

Øll yvirbjóða hvønn annan í hesum valstríðnum. Nærum eingin mørk eru fyri, hvat tú sum veljari fært boðið fyri tína atkvøðu.


Gamaní eru tíðirnar góðar. Men góðar tíðir mugu valdast.

Skattalættar, fleiri almannaveitingar, styttri arbeiðsviku, ein stórhøll, nýtt vaktarskip, fleiri tunlar, MVG-frítøkur, ein almennur bústaðarbanki. Listin er langur.

Men tað, tú ongantíð fært at vita, er, hvussu alt hetta skal fíggjast. Haldi meg ikki minnast, at vallyftini hava verið so nógv og so ófíggjað.

Góði veljari.

Komandi fýra árini verður avgerandi at vísa djúpa virðing fyri, at góðu tíðirnar ikki halda fram nógv ár aftrat.

Fyri meg er tað púra neyðugt, at vit bjálva okkum nú heldur enn at brúka alt.

Tað, sum hevur týdning, er, at land og kommunur halda aftur við íløgum, sum kunnu bíða, til tær veruliga gagna búskapinum og Føroya fólki.

 

Høgni S. Reistrup,
valevni fyri Framsókn