Góðtekur ikki at virðið í avtaluni minkar

Vónirnar um eina góða fiskiveiðiavtalu við Bretland eru ikki sleptar, men sum skilst eru vónirnar ivingarsamar.

 

- Atgongdin at sleppa at fiska er ein rættiliga týdningarmikil partur í avtaluni, sigur Jacob Vestergaard.

- Atgongdin at sleppa at fiska er ein rættiliga týdningarmikil partur í avtaluni, sigur Jacob Vestergaard.

 

Alt byrjaði so væl við Bretlandi, tá landið fyrireikaði seg til at fara endaliga úr ES, og hin 29. oktober í fjør varð sáttmáli undirskrivaður millum okkara fiskimálaráðharra, Jacob Vestergaard og Emmu Hopkins, sum er bretsk sendifrú í Keypmannahavn. Avtalan snúði seg um ein sonevndan karmsáttmála millum Føroyar og Bretland, sum skuldi vera karmur um alt fiskivinnusamstarv millum londini í komandi tíðum. 

- Samráðingarnar um henda sáttmála hava gingið væl landanna millum og serstakliga tí, at viðurskiftini millum sendinevndirnar hava verið stak góð. Sáttmálin fevnir í høvuðsheitum um tær meginreglur, sum eitt slíkt fiskivinnusamstarv millum londini bæði skal virka eftir í framtíðini.

Sagt varð henda dagin í Fiskimálaráðnum, tá karmsáttmálin millum Føroyar og Bretland varð undirskrivaður, at týdningarmestu ásetingarnar í avtaluni fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. 

Men, tá til stykkis kom, og føroysk uppsjóvarskip skuldu fara til fiskiskap eftir makreli í bretskum sjógvi í byrjaninin av hesum árinum, var eingin nýggj fiskiveiðiavtala millum londini fingin í hús. Hetta er komið illa við hjá føroyska uppsjóvarflotanum og teimum virkjum á landi, sum keypa makrel.

Eingin avtala um sínámillum fiskiveiðirættindi er millum londini, og higartil hava samráðingarnar ikki ført til, at føroysk skip sleppa í bretskan sjógv at fiska. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sum í sínari tíð megnaði at trýsta ES til eina góða makrelavtalu fyri Føroyar, hevur kortini ikki mist vónina um, at ein rímilig avtala kann fáast við Bretland.

- Fáa vit eina avtalu, er ikki ómøguligt, at tann makrelur, sum føroysk skip ikki kundu fiska í byrjanini av árinum, møguliga kann fiskast síðst í árinum, sigur landsstýrismaðurin, sum vísir á, at í strandarlandaavtaluni er atgongdin at fiska hjá hvørjum øðrum ein týðandi partur, tí tað er sjálvsagt ikki líkamikið, nær fiskurin verður veiddur.

Hann leggur dent á, at eitt er prosentvísa býti og soleiðis tonsatalið í avtaluni millum londini. Annað er virðið av tí parti, sum fellur londunum í samstarvinum í lut. Jacob Vestergaard viðgongur, at tað er rímiliga friðarligt í løtuni í viðurskiftunum millum Bretland og Føroyar, og steðgur er í samráðingunum.

- Nú verður líkasum bíðað eftir, hvat úrslitið av samráðingunum millum Noreg og Bretland verður. Londini eru felags um fiskastovnar í Norðsjónum, og tí noyðast Noreg og Bretland at finna eina semju og gera eina nýggja fiskiveiðiavtalu.

Landsstýrismaðurin heldur fast um, at broytist atgongdin at fiska hjá hvørjum øðrum, broytist eisini grundarlagið undir semjuni.

- Atgongdin er ein rættiliga prinsipiellur og týdningarmikil partur, og ætlanin hjá okkum er ikki at gjalda við fiski undan Føroyum fyri atgongd, sum vit hava í verandi strandarlandaavtalu, og sum Bretland fram til 1. januar í ár eisini var partur av.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er ein størri samrøða við Jacob Vestergaard um støðuna í samráðingunum millum Føroyar og Bretland um eina nýggja fiskiveiðiavtalu, og her spyrja vit eisini landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at býta tey fáu tonsini, sum Føroyar eiga á Femish Kap í ár. Eisini verður nomið við tey 1000 tonsini av toski, sum Føroyar hava fingið aftrat í Eysturgrønlandi.

- Atgongdin at sleppa at fiska er ein rættiliga týdningarmikil partur í avtaluni, sigur Jacob Vestergaard.