Góðu LGBT´arar

Eg vil verða tykkara rødd komandi 4 árini og vil við størstu virðing halda áfram við tí megnar arbeiði sum Sonja Jógvansdóttir hevur gjørt í løgtinginum.

Hjúnarbandslógin er komin fyri at vera, og tí skulu vit víðari í stríðnum fyri fullari javnstøðu í øllum lutum, tá ið tað kemur til LGBT´arar.


Verði eg vald, so vil eg beinavegin fara til verka við at fáa framt lógarbroytingina, sum skal til fyri at tvørkynd fáa rætt til løgfrøðiligt kynskifti.

Barsilsskipanin skal eisini broytast beinanvegin, soleiðis at sammóðurin at barninum eisini fær rætt til pening úr barsilsskipanini. Á familjurættarliga økinum má lóggávan eisini broytast soleiðis, at sammóðurin fær fullan foreldramyndugleika, tá ið barnið verður føtt, og ikki sum nú má bíða í 2 1/2 ár

Ongin ivi er um, at Føroyar eru broyttar nógv seinastu árini, og at vit eru blivin eitt rúmligari og litríkari samfelag. Hetta hevur jaliga ávirkan á okkum øll og ger, at vit trívast betur í samfelagnum.

 

Í valstríðnum hava vit tó hoyrt røddir, sum vilja rulla vunnin rættindi aftur. Vit mugu geva hesum røddum eitt mótspæl og sláa manngarð um tað, sum vunnið er, og stríðast av øllum alvi at koma longur fram á leið.


Eftir at hava hoyrt hesar røddir, so er tað ógvuliga eyðsæð, at valið stendur ímillum litríka samfelagið ella svarthvíta samfelagið.


Lítríka samfelagið er rúmligt og fjølbroytt. Tað gevur minnilutabólkum sum samkyndum javnbjóðisrættindi og roynir allatíðina at betra samfelagið, so øll kunnu kenna seg heima.

Eg heiti tí á øll tykkum, sum vilja hava jaligu gongdina at halda fram, um at vísa mær álit leygardagin. Hvørt einasta fet rætta vegin í stríðnum hjá LGBT hevur kravt týðiligar og sterkar røddir í løgtinginum.


Leygardagin eigur tú avgerðina um, hvør leiðin skal verða komandi 4 árini. Eg eri klár at stríðast fyri og saman við tykkum í LGBT<3

 

Hervør Pálsdóttir

Valevni Tjóðveldis