Gongur frægari við upsaveiðini

Seinastu fráboðaninar hjá Fiskamarknaði Føroya um upsaveiði eru, at nú roynist fiskiskapurin heldur frægari.

Ísfiskatrolararnir hjá Faroe Origin. Felagið, sum eigur og rekur skip og virkir, hevur nú 10 ár á baki.

Ísfiskatrolararnir hjá Faroe Origin. Felagið, sum eigur og rekur skip og virkir, hevur nú 10 ár á baki.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari í løtuni, enn hann hevur verið. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, harav annar er eystan fyri og fiskar svartkalva. Hesin kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku. 

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap. Teir fáa mest at toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Væntandi landar tann fyrsti mánadagin og hinir miðskeiðis í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í næstu viku. Tey hava hampiligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.

 

 

Ísfiskatrolararnir hjá Faroe Origin. Felagið, sum eigur og rekur skip og virkir, hevur nú 10 ár á baki.