Granskarar dapurhugaðir um veðurlagið fyri COP25

Næstu tvær vikurnar skulu heimsins stjórnir tingast um framtíðar veðurlagsmál. Uppleggið frá vísindini eru prúra greitt.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, kom á veðurlagsráðstevnuna hjá ST, sum byrjaði í Madrid í dag – REUTERS/Sergio Perez

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, kom á veðurlagsráðstevnuna hjá ST, sum byrjaði í Madrid í dag – REUTERS/Sergio Perez

25. árliga verðurlagsráðstevnan hjá ST, COP25, byrjar í dag í Madrid. Komandi tvær vikurnar skulu yvir 20.000 samráðingarfólk, ráðharrar, granskarar, vinnulívsfólk og fólk úr grasrótarrørslum kjakast um økt mál fyri veðurlagnum.

Lesið meira her:

– Í 2019 hava verið fleiri frágreiðingar um støðuna hjá veðurlagnum, sum vísa ein ógvuliga dapra mynd.

– Veðurlagspanelið hjá ST, IPCC, ávarar um at vatnstøðan í havinum hækkar ein metur áðrenn 2100 og leggur dent á tørvin fyri at gera nakað beinanvegin.

– Umhvørvisætlanin hjá ST (UNEP) leggur upp til, at heimurin skal í minsta lagi fimmfalda veðurlagsátøkini, um vit skulu gera okkum nakra vón um at halda upphitingini niðri á 1,5 stigi.

– Hvørt ár fram ímóti 2030 skal CO2 útlátið minka 7,6 prosent. Í løtuni veksur tað við umleið 1,5 prosent á hvørjum ári.

– Í dag byrjar veðurlagsráðstevnan COP25 í Madrid. Hon byggir víðari á Parísavtaluna frá 2015 og skal slóða fyri, at heimsins lond næsta á skerpar veðurlagsmálini.

– Málið í Parísavtaluni er at avmarka alheims upphitingina til 1,5 - 2 stig frá tí sum tað var áðrenn ídnaðarstøðið. Jørðin er longu vorðin 1 stig heitari.

– Á COP26 í Glasgow í 202 skulu londini lata inn skerpaðu veðurlagsma´lini. Tað er eftir egnum vilja, hvussu høg mál hvørt land setur sær.

 

Kelda: FN's Klimasekretariat (UNFCCC); FN's Klimapanel (IPCC).

/ritzau/

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, kom á veðurlagsráðstevnuna hjá ST, sum byrjaði í Madrid í dag – REUTERS/Sergio Perez