Granskarar royna fyrsta korona koppingarevnið á eitt menniskja

Gransking fyri at finna eitt korona koppingarevni fer fram við metferð og hevur hægstu raðfesting, sigur stovnur.

Amerikanskir granskarar í Seattle hava í dag gjørt fyrstu royndina við einum møguligum koppingarevni móti korona á eitt mennsikja.

Tað sigur US Natioan Indstitutes of Health (NIH), sum hoyrir undir amerikanska heilsumálaráðið.

Fyrsta royndarfólkið er Jennifer Haller, ein 43 ára gomul mamma við tveimum tannáringum. Hon býr í Seattle. Eftir hana fara fleiri aðrir royndarpersónar at royna koppingarevnið.

Tilsamans skal koppingarevnið roynast á 45 sunnum royndarpersónum millum 18 og 55 ár í seks vikur.

– Tann fyrsti royndarpersónurin fekk royndarkoppingarevnið í dag, skrivar NIH í tíðindaskrivi.

Royndarkoppingarevnið hevur fingið navnið mRA-1273. Tað er ent av granskarum á NIH í samstarvi við lívtøknifelagið Moderna, sum er í Cambridge í statinum Massachusetts.

Tað er ein »snarraðfesting fyri fólkaheilsuna« at finna eitt koppingarevni ímóti koronavirus, sum sambært seinastu tølunum hevur kostað oman fyri 7000 fólkum lívið kring heimin.

Tað sigur Anthony Fauci. Hann er stjóri fyri deildina fyri smittandi sjúkur hjá NIH.

– Fyrsti parturin av granskingini, sum er sett í verk við metferð, er eitt týdningarmikið fyrsta stig ímóti at náa tí máli, sigur hann. 

##med2##

Tað er annars bara tað fyrsta stigið. Tað kann taka eitt ár til hálvtannað, áðrenn koppingarevnið er gjøgnumroynt og kann koma á marknaðin, skrivar tíðindastovan AFP.

Í løtuni finst einki koppingarevni ímóti koronavirusinum, sum Heimsheilsufelagsskapurin (WHO) hevur lýst sum eina pandemi.

Heilivágsfeløg og granskarar kring heimin arbeiða við at menna bæði eina viðgerð sum eitt koppingarevni ímóti tí nýggja koronavirusinum.

/ritzau/