Grønari Føroyar

Sum valevni hjá Tjóðveldi, er mín áskoðan, at vit í Føroyum eiga at slóða kós fyri at menna grøna orku og avmarka dálking. Eg eri vís í at vit øll hugsa um vandan við dálking av okkara náttúru, og at vit eru samd um, at vit hava eina skyldu mótvegis okkara náttúru og ikki minst okkara børnum og barnabørnum, at fara betur um skapanarverkið.

Í rættuliga nógv ár, hava serfrøðingar og granskarar víst á álvaran við útláti og dálking, ið spillir okkara náttúru og heimstað, og hetta eigur eitt komandi Løgting at seta skerpað sjóneyku á. Vit mugu framhaldandi stuðla undir umlegging til grøna orku, so sum vind- og vatnorku, og tað er eisini neyðugt at herða krøvini fyri eitt nú umhvørvisdálking. 

Í valskránnið hjá Tjóðveldi stendur, “at Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi”. Hetta málið er sambæriligt við lýsing um burðardygga menning í heiminum, ið verður lýst í stevnuskrá hjá Sameindu Tjóðum. Tað verður eitt nú víst á, at størsta avbjóðingin innan burðardygga orku er orkunýtsla til hita og ferðing.

SEV er ein felags kommunalur stovnur, sum tí er fólksin ogn. Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravnmagni (nr. 59 frá 7. juni 2007), ásetir at SEV skal arbeiða fyri, at størst møguligur partur av el framleiðsluni skal koma frá varandi orkukeldum (§11, stk.2).

Tað eru batar at síggja í føroysku menningini av varandi orkukeldum og tað hevur týdning at vit halda áfram at granska í varandi orkukeldum. Vit hava í Føroyum fingið munandi meira el orku úr føroyska vatn – og vind tilfeinginum, og í løtuni hevur SEV eina royndarverkætlan koyrandi í Vestmannasundi, sum granskar í sjóvarfallsorku. SEV upplýsir, at ætlanin er at fáa sjóvarfallsorku sum burðradygga orkukeldu í Føroyum.

Av øðrum keldum kann nevnast; jørð- og ljósorka og endurnýtsla av avlopshita frá vinnuframleiðslu ella frá køliskipanum. BÓNUS – lýsingin, ið hevur verið at sæð í seinastuni, er ein lýsing, ið kveikir ein neista av hita í okkara hjørtum. Tá lýsingarkvinnan sigur: “..vit taka hita úr køliskápinum og brúka hann í húsinum, smart ha?”, so birtir hetta eina vón í okkum, um at tað ber til at fáa meira burtur úr og soleiðis eisini at fyribyrgja dálking.  

Tjóðveldi hevur sett sum mál at minka luftdálking/útlát á landi og á sjógvi. Eitt nú: 100 % grøna orku á landi í 2030 og geva fyrimun við t.d. lægri tilfeingisgjaldi til fyritøkur, ið gera íløgur í nýggj og orkuvinarlig skip.

Eg havi áhuga í at fáa eitt GRØNARI FØROYAR.

Kristina Toftegaard Larsen, valevni á lista E.   

www.kristinatjodveldi.com