Grønland má hava egna kanningarstovu

Tað sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, nú neyðugt er at senda allar korona-testir til Danmarkar.

 

 

 

 

 

Á tíðindafundi í dag segði grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, at Grønland má hava sína egnu kanningarstovu, har korona-testir, sum verða tiknar í Grønlandi, eisini kunnu greinast á kanningarstovu í Grønlandi.

Um nakrar dagar fara tveir serfrøðingar til Grønlands, og tað eru sambært Sermitsiaq hesir, sum skulu syrgja fyri, at landið fær sína egnu kanningarstovu.

- Vit hava undirskrivað eina avtalu við eitt felag um at byggja upp eina kanningarstovu í Grønlandi. Haraftrat arbeiða vit eisini við at fáa fatur á nøkrum sonevndum "testkits", sum eru einfaldari at brúka.

Grønland hevur eisini heitt á danska Heilivágsstýrið um, at Grønland kemur í fremstu røð, segði Henrik L. Hansen á tíðindafundinum í dag. Landslæknin legði aftrat, at Danmark í løtuni stendur yvirfyri stórum avbjóðingum, og tí kann tað vera eitt sindur trupult at siga, nær Grønland fær sína útgerð sendandi.

- Hetta er eisini orsøkin til, at vit nú hava kastað okkum út í framsøknu verkætlanina at gera okkara egnu covid-19 kanningarstovu. Tí koma eisini tveir serfrøðingar úr Danmark til Grønlands í næstum, segði Henrik L. Hansen á tíðindafundinum í Grønlandi í dag.

Í løtuni hava 10 fólk fingið staðfest korona-smittu, harav trý eru vorðin frísk aftur. Men, grønlendski landslæknin heldur, at hóast tølini higartil ikki eru stór, er vandin fyri spjaðing av covid-19 í Grønlandi als ikki av.

##med2##

 

 

- Grønland skal hava sína egnu kanningarstovu, sigur landslæknin, Henrik L. Hansen.