Halda aftur við at senda sjúklingar til viðgerð uttanlands

Landssjúkrahúsið hevur tikið avgerð um framhaldandi at halda aftur við at senda sjúklingar til viðgerð uttanlands fram til 1. mai

Uttanlandstænastan er í holt við at gjøgnumganga allar innkallingar fram til 1. mai.

Trýstið er stórt á telefonirnar, og tí verður heitt á sjúklingar um í mest møguligan mun at bíða við at ringja. Uttanlandstænastan ringir til øll, har broytingar eru.

Í fyrstu syftu fáa tey boð, sum eru innkallaði í vikuni aftaná páskir, skrivar Landssjúkrahúsið.


Læknavaktin flytur fyribils

Sum ein liður í at fyribyrgja koronasmittu á Landssjúkrahúsinum, verður Læknavaktin 1870 fyribils flutt niðan í hølini hjá Amaliu Danielsen í Kirkjustræti í Hoyvík. Læknavaktin heldur tó framvegis til á Landssjúkrahúsinum um náttina.

Tey, ið vilja hava fatur á Læknavaktini, skulu eins og áður ringja 1870.

Frá týsdegnum 7. apríl heldur Læknavaktin til á hesum støðum hesar tíðir:

• Í Kirkjustræti gerandisdagar klokkan 16 til 24.
• Í Kirkjustræti vikuskifti og halgidagar klokkan 8 til 24.
• Á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 24 til 8 allar dagar sum vant.