Handtikin fyri at hava dripið týskan politikara

KASSEL: Tvær vikur eftir at týski landspartapolitikarin Walter Lübcke varð skotin og dripin hava dna-prógv ført til handtøku av einum 45 ára gomul manni.

Walter Lübcke varð skotin til deyðis uttan fyri heim sítt

Walter Lübcke varð skotin til deyðis uttan fyri heim sítt

Tað upplýsti týska løgreglan í gjárkvøldið sambært blaðnum Deutsche Welle.

Illtonkti maðurin varð handtikin leygarmorgunin í býnum Kassel umleið 160 km í ein landnyrðing úr Frankfurt.

Í gjár var tann handtikni settur fyri ein dómara og varðhaldsfongslaður.

– Hanm varð handtikin sum úrslit av dna prógvum, upplýsir ákærumyndugleikin í landspartin Hessen.

65 ára gamli Walter Lübcke, sum var stjórnarforseti í Kassen og limur í flokkinum hjá týska kanslaranum Angelu Merkel, CDU, var funnin í urtagarði sínum í Istha stutt eftir midnátt 2. juni. Hann varð staðfestur deyður tveir tímar seinni.

 

/ritzau/

Walter Lübcke varð skotin til deyðis uttan fyri heim sítt