Hann var liðskipari í '92 og hevur skotið fýra mál

Lars Olsen er aftur í donsku Superliguni eftir at hava verið níggju ár í Føroyum. Í morgun varð kunngjørt, at hann tekur við sum høvuðsvenjari hjá superligafelagnum Esbjerg.

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Her eru nøkur fakta um Lars Olsen:

Navn: Lars Olsen.

Føddur: 2. februar 1961 (58 ár).

Størv sum venjari:

* 1997-2002: Brøndby (m. a. sum hjálparvenjari).

* 2003-2007: Randers FC.

* 2007-2010: OB.

* 2011-2019: Venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

* 2019-: Esbjerg.

Úrslit sum venjari:

* Steypavinnari við Randers FC í 2006.

* Ársins venjari í Danmark i 2006.

* DM-silvur við OB i 2009 og 2010.

* Kvalifikatión til bólkaspælið í Europa Leagues í 2010 við OB.

Spælt við hesum feløgum:

* Glostrup, Køge, Brøndby, Trabzonspor, Seraing, Basel.

Avrik sum spælari:

* Danskur meistari við Brøndby 1985, 1987, 1988, 1990, 1991 og 1996.

* Danskur steypavinnari við Brøndby 1989.

* Turkiskur steypavinnari við Trabzonspor 1992.

* Ársins spælari í Danmark í 1988.

Avrik á danska landsliðnum:

* 84 A-landsdystir og fýra mál.

* Liðskipari á landslinum við EM í 1992, tá teir vinnu gull.

 

Keldur: DBU, Esbjerg, Ritzau.

/ritzau/

Mynd: Ritzau/Scanpix