Harvey Weinstein gjørt semju við við nógvar kvinnur

Fyrrverandi Hollywood-framleiðarin, sum er ákærdur fyri neyðtøkur, skal gjalda 25 milliónir dollarar í semju.

Foto: David Dee Delgado/Ritzau Scanpix

Foto: David Dee Delgado/Ritzau Scanpix

Harvey Weinstein og nevndin í húsagangsrakta filmsfelag hansara eru komin til sættis um eina semju við tíggjutals kvinnur, sum hava ákært fyrrverandi Hollywood-framleiðaran fyri kynsligan ágang.

Semjan er fyribils upp á 25 milliónir dollarar - umleið 168 milliónir krónur. Tað skrivar The New York Times.

Semjan hevur við sær, at næstan øll sakarmálini frá sjónleikarum og fyrrverandi starvfólkum hjá Weinstein enda.

Skuldsetingarnar ímóti Weinstein fevndu um bæði minni og størri kynsligan ágang og fullførda neyðtøku. The New York Times skrivar, at Weinstein eftir semjuna sleppur undan at játta seg sekan, viðganga feilir og lógarbrot.

Tryggingarfeløg, sum vóru knýtt at fyrrverandi Weinstein Co studio, gjalda upphæddina, sum semja er funnin um.

 

/ritzau/

Foto: David Dee Delgado/Ritzau Scanpix