Hátíðarhalda ikki flaggið í Fámjin í ár

Sum so nógv annað er eisini flaggdagshaldið avlýst

 

 

Næsta leygardag, tann 25. apríl, er flaggdagur og tá plaga flaggdagshald verða kring landið við røðum, tónleiki og sangi.

Serliga í Fámjin hava tey gjørt nógv burtur úr flaggdagshaldinum, tí tað er fámjiningurin, Jens Olivur Lisberg, sum teknaði føroyska flaggi, og fyrsta føroyska flaggið er eisini varðveitt í kirkjuni í Fámjin.

Flaggdagshaldið í Fámjin plagar lokka nógv fólk til bygdina til røðu, sangi og spæli, og samkomu í bygdarhúsinun.

Men nú vit øll stríðast ímóti korona, verður alt øðrvísi. Bygdaráðið í Fámjin boðar nevniliga frá, at flaggdagshaldið í ár verður av ongum.

Í royndunum at forða fyri smittuspjaðing, verður nevniliga mælt til at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, og samstundis skulu vit ikki vera saman í bólki uppá fleiri enn 10 fólk.