Hava borið við snellufisk

Útróðrarbátar, sum hava roynt við snellu norðan fyri, hava ligið úr 300 upp í eini 800 pund, og tann eina dagin hevði ein bátur 1000 pund.

 

 

Meðan útróðrarbátar við línu gera roktúrar norðan fyri í løtuni, fæst enn lítið við snelluni. Enn er eisini heldur tíðliga til vanliga snellutíð og várfisk norðanfyri. Okkurt árið, tá torrafiskur er, plaga bátar við snellu at gera heilt góðar dagar stutt úr landi norðanfyri.

Í fjør var einki, men í 2019 var nógvur fiskur at fáa - næstan heilt inn í klettin. 

Vanligi várfiskurin kemur gjarna eitt sindur seinni, og her er mars mánaði og kanska tíðin út í hálvan apríl hin besta. Men, ymiskt kann vera frá einum ári til annað. Teir, sum bíða spentir til norðhavsróðurin, vóna sjálvsagt, at várið fer at roynast.

Hesar seinastu dagarnar, nú tað hevur viðrað so nøkulunda, og hann ikki hevur ligið høgur í ættini, hava einir fimm til átta bátar gjørt nakrar snellutúrar stutt úr landi norðanfyri.

Sagt verður av Eiði, at bátarnir hava ligið úr 300 pundum og upp í eini 800 pund, men tann eina dagin hevði ein bátur eini 1000 pund. Hetta er heldur smáligur snelluútróður - og so kortini kanska ein byrjan.