Hava onga heimild til krevja at føroyingar skulu kannast

Ætlanin hjá Løgmanni tykist at vera serstakliga ófyrireikað, sigur sakførari

 

 

– Tað er eingin heimild til at krevja, at føroyingar skulu lata seg kanna fyri korona. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sakførari.

Og tað sigur hann í einum skrivi, nú landsstýrið hevur boðað frá, at allir føroyingar, sum hava verið uttanlands, skulu kannast, hóast einki grundarlag er fyri, at viðkomandi hevur nøkur sjúkraeykenni.

Sum skilst skal ein privat fyritøka standa og taka royndir og síðani gera neyðugu kanningarnar.

Epidemilógin sigur í grein 5 “Epidemikommissionen kan påbyde, at enhver, der lider af en alment farlig sygdom, eller som må antages at være smittet med en sådan, skal lade sig undersøge af en læge, og at vedkommende om nødvendigt skal lade sig indlægge til observation på et sygehus”

og í grein 16 Stendur at “Epidemikommissionen kan påbyde, at enhver, der ankommer til Færøerne, skal lade sig undersøge af en læge, og at vedkommende om nødvendigt skal lade sig indlægge til observation på et sygehus.”

– Tann privata fyritøkan hevur sostatt onga heimild, ella rættindi, mótvegis einum privatum borgara at krevja nakað sum helst. Og hóast løgregla, og onnur, standa vakt, kunnu tey heldur ikki krevja nakað sum helst av borgarunum, uttan so, at tú sjálvboðin gongur við til hetta, sigur Jógvan Páll Lassen.

– Tað undrar meg stórliga, at heilsuverkið hevur heilt serligar reglur at ganga eftir, og sum hevur skyldu at taka sær av slíkum, ikki eisini loysir hesa uppgávuna, leggur hann afturat.

– Ein annar spurningur er eisini, at royndirnar, sum tiknar verða, av privatum fyritøkum, kunna verða brúktar til alt millum og jørð, harundir til DNA-royndir og alt tað, sum hartil hoyrir.

– Og loyvi eg mær at spyrja, hvørjar trygdarreglur eru galdandi í hesum sambandi, førir hann framm

Hann hevur frætt, at kostnaðurin varð 395 krónur fyri hvørja roynd, og sostatt geva 500 royndir útvið 200.000 krónur um dagin og hann spyr, hvør hevur ásett prísin.

– Í rættarskipanini eru greiðar reglur um, at eingin kann verða kravdur eftir slíkum royndum, uttan so, at revsikarmurin er minst hálvtannað ár, sigur sakførarin.

– Ætlanin hjá løgmanni virkar sostatt serstakliga ófyrireikað, og verður gjørt álvara av at fara undir hesa ætlanina, skulu greiðar lógarheimildir gerast, sum tíðiliga áseta hvussu eftirlit og annað, skal skipast.

– Tað kann ikki vera rætt, at ein privat fyritøka soleiðis skal fáa atgongd til so viðkvæmar upplýsingar, bara soleiðis við einum “knipsi”, sigur Jógvan Páll Lassen.