Heilsustarvsfólk tora ikki at siga sannleikan

- Eg haldi ikki, at Vladimir Putin hevur skilt, hvussu álvarslig støðan er, sigur limur í Helsingforsnevndini.

Ein eldri kvinna við korona-smittu á børu í sjúkrabil.

Ein eldri kvinna við korona-smittu á børu í sjúkrabil.

 

Sambært almennum tølum eru nú út við 70.000 fólk í Russlandi smittað við covid-19. Ein ein serfrøðingur heldur, at sjúkrahús í landinum ikki eru fyrireikað upp á hetta, og hesin heldur eisini, at Vladimir Putin ikki hevur skilt álvaran í støðuni.

Almennu tølini í Russlandi siga, at neyva talið av korona-smittaðum eru 68.622, og at 615 fólk eru deyð av sjúkuni. Sambært útlendskum miðlum duga russiskir myndugleikar ikki at siga, nær væntast kann, at talið av smittaðum verður í hæddini.

VG endurgevur Innu Sangadzhieva, sum er limur í Helsingforsnevndini, og hon sigur seg lesa um yvirfylt sjúkrahús og vantandi respiratorar á sjúkrahúsunum. Hon sigur seg eisini stúra fyri, at russar hava eitt stórt "myrkatal" av smittaðum.

Inna Sangadzhieva heldur, at tað er misálit millum fólkið og leiðararnar í Moskva, og hetta ger, at støðan gerst ógvuliga keðilig undir korona-kreppuni sum herjar.

- Tey, sum standa í fremstu røð á sjúkrahúsunum, hava tað ringast. Tey sleppa ikki at siga, hvussu vánalig støðan í veruleikanum er, og um tey gera tað, verður teirra útsøgn stemplað sum "fake news", sigur umboðið fyri Helsingforsnevndina.

Hon vísir á, at sjúkrahús í Russlandi eru yvirfylt og noyðast at læsa dyrnar - serliga í ymisku landslutunum. - Men, heilsustarvsfólkini tora ikki at siga sannleikan, tí tey kunnu at verða rættarsøkt. 

- Ein lækni í Volgograd fortaldi um, at respiratorar vanta, og hon varð hótt við uppsøgn. Eg haldi ikki, at Vladimir Putin hevur skilt, hvussu álvarslig støðan er. Hann hevur latið ábyrgd og avgerð til leiðararnar í landslutunum.

Inna Sangadzhieva í Helsingforsnevndini heldur, at russiski ríkisleiðarin brúkar henda mátan fyri at hava onkran at skylda upp á, um tað skuldi gingið galið, nú korona-virus ger um seg í Russlandi.

Hon heldur, at Vladimir Putin er meira upptikin av at fáa í lag eina grundlógarbroyting, sum kann gera, at hann kann lata seg stilla upp aftur til valið í 2024. Ein fólkaatkvøða skuldi havt verið um hetta í apríl, men hann noyddist forsætisráðharrin at útseta.

 

 

Ein eldri kvinna við korona-smittu á børu í sjúkrabil.