Heilsuverkið í Wales í døpurhuga: Nú skulu øll vera heima

Frá fríggjadegnum at rokna og tríggjar vikur fram fera Wales at seta strangar avmarkingar í gildi fyri at fáa tamarhald á døpru koronutølunum.

 

 

Tað eru sett í gild víðfevnd koronutiltøk í Wales. Her er tað gongugøta í Cardiff, sum er býtt sundur fyri at tryggja frástøðu. (Arkivfoto). - Foto: Rebecca Naden/Reuters

Tað eru sett í gild víðfevnd koronutiltøk í Wales. Her er tað gongugøta í Cardiff, sum er býtt sundur fyri at tryggja frástøðu. (Arkivfoto). - Foto: Rebecca Naden/Reuters

Ein nýggj bylgja av koronuvirus hevur av álvara lagt trýst á heilsuverkið í Wales, sum er partur av Bretlandi.

Tí fer Wales at seta nýggj, strong koronutkiltøk í verk. Tað merkir millu annað, at øll, sum ikki gera alneyðugt arbeiði, skulu sendast til hús.

Tað sigur fyrstiráðharriní Wales, Mark Drakeford, í dag.

– Vit verða noydd at gera nakað skjótt og víðgongd fyri at fáa ta ávirkan, sum vit hava brúk fyri. Øll í Wales skulu vera heima, sigur hann.

– Um vit ikki gera nakað nú, so fer gongdin at halda fram við stórari smittu. Intensivu deildirnar eru longu á tremur, sigur hann.

Nýggju koronureglurnar koma í gildi fríggjadagin 23. oktober og fara sum útgangspunkt at vara í tvær vikur fram til 9. november.

Tað hevur við sær, at øll, sum ikki hava alneyðugt arbeiði, sum hevur týdning fyri samfelagið, skulu arbeiða heimanífrá.

Harumframt skulu eitt nú handlar, kaféir, matstovur, barrir og hárfríðkanarstovu lata aftur. Tað sama er galdandi fyri trúarsamkomur.

Stongsulin merkir eisini, at tað ikki ber til at vitja fólk úr øðrum húskum ella at hittast hvørki innandura ella uttandura.

Talið av smittutilburðum í Wales er hækka nógv seianstu tíðina. Tilsamans er 1771 fólk deyð við koronuvirus í Wales.

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

Tað eru sett í gild víðfevnd koronutiltøk í Wales. Her er tað gongugøta í Cardiff, sum er býtt sundur fyri at tryggja frástøðu. (Arkivfoto). - Foto: Rebecca Naden/Reuters