Heimakanningar vera blóðkanningar

Á tíðindafundi í morgun boðaði Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá heilsumálaráðnum, frá møguleikunum fyri framman at nýta heimakanningar, sokallað kitt, at staðfesta, hvørt fólk hava havt koronavirus.

Bjarni á Steig greiddi frá, at sum kanningarnar eru í dag, eru tað arvaeginleikarnir í virusinum, ið verður kannað. Hendan kanningin, sum vanliga verður gjørd í andaleiðunum, staðfestir, hvørt virusið er har ella ei.

Men koma vit hartil, at talan verður um heimakanningar - altso, kanningar, ið tú gert sjálvur, so verður talan um blóðroyndir.

Bjarni á Steig greiddi frá, at tað eru tveir møguleikar fyri heimakanningunum. Onnur kannar ta reaktiónina, sum tú fært, tá tú verður sjúkur, meðan hin kannar, hvørt tú ert vorðin mótstøðuførur fyri koronavirus.

Mótstøðuføri hevur tú, um tú hevur havt virusið.

– Tað fyrsta eitur IGM, og tað seinna eitur IGT. Tað er tað, sum vit goyma í okkara minniskyknum, sum er ein partur av okkara immunverju. Tær minniskyknurnar vakna til lívs, tá tú møtir virusinum aðru ferð og syrgja fyri, at sjúkan ikki uppstendur aftur, og at tú verður ikki sjúkur, segði Bjarni á Steig.

– Kittið kann máta í blóðinum, um tú nýliga hevur havt covid 19 og seinni aftur -  nakrar vikur til mánaðar - um tú ert immunur, segði Bjarni á Steig.