Heldur ikki at pensjónistar skuldi fáa gjald longur

Landsstýriskvinnan í almannálum helt ikki at pensjónistarnir skuldu halda fram í korona-skipanini hjá Als

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur ikki, at pensjónistar skulu hava gjald úr Als longur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur ikki, at pensjónistar skulu hava gjald úr Als longur

Sum vit skrivaðu í áðni, verða pensjónistar sum arbeiða, nú koyrdir úr koronaskipanini hjá Als.

Skipanin varð sett í verk so at tey, sum vórðu send til hús, tí arbeiðið minkaði í sambandi við korona, kundi fáa ískoyti frá Als fyri at avmarka lønarmissin. Og tá vórðu pensjónistarnir eisini við, tí tað varð mett, at tað var órættvíst, at pensjónistar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu hava verri sømdir enn onnur, sum arbeiða.

Nú er skipanin so longd til 31. august og tað merkir, at til tá kunnu tey, sum verða send heim tí at arbeiðið er minkað í sambandi við korona, fáa lønarískoyti frá Als í tveir mánaðir afturat.

Les meiri um tað her: Nú missa nakrir pensjónistar nógva inntøku

Men tað er ikki galdandi fyri pensjónistar, tí teir verða koyrdir úr skipanini í morgin, og sostatt missa teir lønarískoytið í morgin. 30. juni.

Summi hava gitt, at tað er av misgáum, at pensjónistarnir liggja eftir. Men so er ikki, tí

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, váttar, at tað er ikki av misgáum at teir liggja eftir. Tvørtur ímóti er tað eitt tilvitað val, sigur hon.

Hon sigur, at tá ið Landsstýrið viðgjørdi málið um at lata serligu korona- skipanina hjá Als halda fram til 31. August, hevði hon ikki nakað uppskot um at lata tað eisini vera galdandi fyri pensjónistar eisini, og tí eru teir ikki við.

Hon vísir á, at virksemið økist alsamt, og tað eru fleiri og fleiri fólk, sum fara aftur til arbeiðis, eisini pensjónistar.

Men hon sigur, at hon fylgirvið gongdini, og versnar støðan, verður tað tikið upp aftur.

Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, sigur, at higartil hava pensjómistar fingið tilsamans góðar 1,7 milliónir í gjaldi úr korona-skipanini hjá Als.

Tá ið flest pensjónistar fingu ískoyti, vóru teir 105 í tali, men nú eru teir 62 í tali.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur ikki, at pensjónistar skulu hava gjald úr Als longur