Helena takkar fyri seg við inniligari áheitan

Tað var ein rørd og takksom Helena Dam á Neystabø, sum í dag helt seinastu røðu sína av tingsins røðarapalli. 

- Sjálv komi eg at stuðla politisku dagsskránni frá síðulinjuni, tí eg stilli ikki upp aftur. Ikki tí at eg havi mist mótið, tvørturímóti, eg føli meg sannførda um, at vit nú eru á eini politiskari kós, sum tænir landi og fólki, samanhaldinum og samhaldsfestinum allarbest, segði Helena Dam á Neystabø. 

Eisini kom hon við eini inniligari áheitan til komandi løgting um at halda fast um samhaldsføstu kósina, sum sitandi samgonga hevur sett út í kortið hetta valskeiðið.

Brot úr røðuni er at finna her: https://www.facebook.com/Javnadarflokkurin1925/videos/458392961680535/