Helst færri vitni eftir at Britta Nielsen hevur játtað seg seka

Britta Nielsen sigur stillisliga og lurtar, meðan ákærumyndugleikin leggur fram stóra málið um svik fyri 117 milliónir krónur, sum er reist ímóti henni.

Verji hjá Brittu Nielsen er Nima Nabipour, sum her sæst koma til býarrættin í Keypmannahavn. Britta Nielsen er ákærd fyri at hava stolið 117 milliónir krónur úr almennum kassum (Foto: Niels Christian Vilmann/Ritzau Scanpix)

Málið ímoti Brittu Nielsen kann verða stytt, eftir at hon í morgun partvís hevur játtað seg seka í fíggjarsviki, meðan hon starvaðist fyri danska Almannamálaráðið.

– Við partvísu játtanini kann tað vera, at vit ikki senda boð eftir nøkrum av vitnunum, sum eru á listanum, sgiru Listbeth Jørgensen, sum er annar ákærin, í Københavns Byret í morgun.

Tað er har, at ákærumyndugleikin greiðir frá, hvussu tey hava funnið fram til málið, og hvørji prógv eru.

Áðrenn málið byrjaði gjørdu partarnir av, at setast skuldu av níggju dagar til málið.

Innkallaðu vitnini eru millum annað starvsfólk í Almannamálaráðnum. Talið av vitnum er ókent.

Meðan myndirnar frá rættarfundinum fyri umleið einum ári síðani í Suðurafrika vístu eina slakna, bleika og troytta kvinnu, so sær skuldsetta kvinnan í dag øðrvísi sunn og úthvíld út.

Britta Nielsen er ikki longur ein flýggjandi kvinna. Hon hevur aftur fingið litir á kjalkarnar, er klipt, og hon hevur aftur nátúrliga gráa hárlitin. Stylvnarni eru svartir, og sama eru brøkurnar og kardiganurin. Undir honum er hon í hvítari skjúrtu við svørtum mynstri.

Meðan ákærin leggur málið fram, situr hon róliga og lurtar. Hon hyggju skiftivís í telduna framman fyri sær og upp á ákæran, Listbeth Jørgensen.

Tá rættarfundurin byrjaði, varð hon biðin um at vátta fulla navnið sítt. Tað er Anna Britta Troelsgaard Nielsen. Dómarin vildi vita, hvussu hon helst vildi rópast.

– Bara britta, svaraði honn.

Sambært fatanini hjá ákræumyndugleikanum er svikið millum annað framt við, at Britta Nielsen stovnaði verkætlanir og feløg í skipanini hjá Almannaráðnum, haðar hon síðani flyttu pengarnar, sum til síðst endaðu í egna lumma hennara. Skattafrítt.

Pengarnir skuldu verið farnir til nøkur av samfelagsins veikastu, sum til dømis rørslutarnað og heimleys.

Millum fiktivu verkætlanirnar, sum Britta Nielsen stovnaði, er ein, hon nevndi »Hjálp til Sjálvhjálp«.

/ritzau/