Her er nýggi málverjin hjá TB

25 ára gamal dani verður aftasti skansi hjá tvøramonnum

Nú er tað greitt, hvør skal verja málið hjá TB komandi tíðina. TB hevur skrivað undir sáttmála við 25 ára gamla danan, Frederik Mehder. Tað veit Suðurrás at siga í dag.

Frederik Mehder hevur higartil spælt við danska 2. deildarliðnum Skovshoved. Áðrenn tað hevur hann millum annað spælt við FC Helsingør og Frem.

Síðst í síðsta mánað skrivaði TB undir tvey ára sáttmála við týska venjaran Michael L. Winter, sum hevur vant fleiri lið í Danmark. Við bolt.fo hevur Michael L. Winter sagt, at TB er undir samráðingum við 3-4 danskar leikarar, sum hann kennir frá sínari tíð í Danmark. So vit kunnu í nærmastu framtíð vænta at hoyra um enn fleiri danskar leikarar, sum koma til TB.