Her er sjáldsama rokaligt

Við jøvnum millumbilum er úr at gera hjá Tvøroyrar havn, tá skip koma og fara, men dagurin í dag er serstakur.

- Tað er hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

- Tað er hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

- Við Varðan Pelagic liggur Tróndur í Gøtu og landar 400 tons av sild. Vestan fyri uppsjóvarskipið liggja frystifarmaskipini, Samskip Crystal og Silver Copenhagen og taka ímóti fiski frá Varðanum.

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at innast á havnalagnum liggur djúpvatnstrolarin, Suðringur. Á Drelnesi, beint undir mentanarhúsinum SALT, liggur 97 metra langa, Samskip Arctic.

- Nótaskipið Astrid lá eisini eina løtu við Krambatanga í dag, men tá Smyril kom inn eftir fjørðinum, fór Astrid yvir um aftur. Astrid bíðaði eftir fýra monnum, sum komu við Smyrli.

Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at Astrid er heimahoyrandi í Skagen og er bygd í 2014. Skipið er 69,95 metrar langt og 15,2 metrar breitt.

- Tað er hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

- Tað er hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.