Í gjár var val til ES-parlamentið í øllum Evropa, og eftir ein heilan dag við fínteljing er tað nú greitt, hvørji 14 valevni donsku flokkarnir senda til Brússel at røkja donsk áhugamál.
Vinstra:
Vinstra bleiv toppskorari og fekk fýra sessir. Morten Løkkegaard, sum fekk flestar persónligar atkvøður er sjálvskrivaður, og í hølunum á honum er Søren Gade. Eftir hesar báðar er Asger Christiansen. Fjórða valevni er Linea Søgaard-Lidell, sum má bíða við sínum sessi, til Bretland er farið úr ES.
##med2##
Javnaðarflokkurin:
Danski javnaðarflokkurin stóð sambært Exit-polls á odda og til at fáa fýra sessir. Men flokkurin endaði við trimum. Jeppe Kofod fekk 188.757 persónligar atkvøður, og aftaná hann komu Christel Schaldemose og Niels Fuglsang.
SF:
SF veteranurin Margrete Auken, 74 ár, varð afturvald við triðflestum atkvøðum hetta valið - 199.552 persónligar atkvøður. Karsten Hønge skuldi við henni til Brússel, men hann hevur givið sín sess til 21-ára gomlu Kira Marie Peter-Hansen.
Radikalu Vinstra:
Morten Helveg Petersen fekk flestar atkvøður her, og saman við honum kemur Karen Melchior.
##med4##
Eindarlistin:
Hetta var fyrstu ferð, Eindarlistin stillaði upp til ES-Parlamentið. Fólkarørslan móti ES mátti lúta fyri hesum, tí Eindarlistin fekk ein sess, meðan Fólkarørslan ongan fekk. Sessurin hjá Eindarlistanum fór til Nikolaj Villumsen.
Danski Fólkaflokkurin:
Stóri taparin í gjárkvøldið var Danski Fólkaflokkurin. Flokkurin gjørdi eitt kanónval seinastu ferð og fekk heili fýra sessir, men í ár bleiv tað bara til ein sess. Hendan sessin fekk ungi Peter Kofod, og Morten Messerschmidt fer aftur í Fólkatingið.
Konservativu:
51-ára gamla Pernille Weiss fer til Brússel at umboða Konservativa flokkin.
Hesi 10 fingu flestar persónligar atkvøður:
##med3##