Hesin er favorittur at verða formaður í Fólkatinginum

Royndur javnaðarmaður kann verða nýggjur formaður í danska Fólkatinginum

12 dagar eftir fólkatingsval skal Fólkatingið í Danmark setast, og tá skal formaður veljast. Hetta verður í seinasta lagi 20. juni.

Síðani 2015 hevur Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum verið forkvinna í Fólkatinginum, men tað er lítið sannlíkt, at hon fer at halda fram. Danskir eygleiðarar halda, at tveir aðrir royndir politikkarar eru bestu boðini upp á formann í Fólkatinginum. Teir eru Marianne Jelved úr Radikala Vinstra og Henrik Dam Kristensen úr Javnaðarflokkinum. Peter Lautrup-Larsen, sum er politiskur viðmerkjari hjá sjónvarpsstøðini TV2, hevur greiðan favoritt. – Mítt besta boð í dag er Henrik Dam Kristensen, sigur hann við TV2. Hann roknar við, at Radikalu Vinstra heldur við hava ráðharrasessir enn formannin í Fólkatinginum, og at tað tí mest sannlíkt verður ein royndur politikari úr Javnaðarflokkinum, sum skal verða formaður, og her er besta boðið Henrik Dam Kristensen. Henrik Dam Kristensen er 62 ára gamal. Hann hevur røkt fleiri ráðharrasessir í donsku stjórnini – eitt nú sum fiskimálaráðharri – og hann hevur í tveimum umførum verður forseti fyri Norðurlandaráðið.