Hetta bjargaði okkum undan eini vanlukku

Hetta er ein heilt ekstremt góð íløga fyri samfelagið, og tað hevur helst bjargað mannalívum, sigur Pál Weihe

 

 

Tað er ein einasta orsøk til, at tað hevur eydnast okkum at berja koronu niður - ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. Tað heldur Pál Weihe, serlækni, og ráðgevari í koronu.

Og tað, hann sipar til, er, at beinanvegin korona tók seg upp, tóku tað avgerð, at vit skuldu kanna so nógv fólk, sum tilbar og samstundis varð skipað soleiðis fyri, at orkan at gera kanningar varð fleirfaldað.

Úrslitið av tí er, at higartil eru ørandi 102.000 koronukanningar gjørdar í Føroym, og tað er heimsmet, at eitt land hevur kannað tað, sum næstan svarar til tvær ferðir fólkatalið. Og Pál Weihe er ikki í iva um, at hetta hevur verið okkara bjarging.

Vit gjørdu beinanvegin av, at tryggja okkum, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk umstøður til at kanna fólk í stórum tali. Harumframt hava vit gjørt avtalu við tvær privatar kanningarstøðir, Thetis og Amplexa, sum eisini hava kannað eitt ótal av fólki. Samstundis varð tað gjørt so ómakaleyst sum gjørligt hjá fólki at lata seg kannað.

Tað hevur verið eitt sindur av kjakið um, hvussu rætt tað var at gera avtalur við privatar kanningarstovur, heldur enn at menna orkuna hjá almenna heilsuverkinum at gera kanningar.

– Eyðvitað hevur hetta kostað nakað av pengum, men hetta hevur verið ein heilt ekstremt góð íløga fyri samfelagið, sigur koronuráðgevarin.

– Eg skal ikki leggja meg út í, hvussu hesar koronukanningarnar eru fíggjaðar. Men høvdu vit ikki havt kannað so nógv fólk, hevði støðan ikki verið so góð, sum hon er nú. Tvørtur ímóti er tað slett ikki ósannlíkt, at vit høvdu havt mist tamarhaldið á smittuni, so at nógv fleiri fólk høvdu havt fingið koronu.

– Og tað er heldur ikki óhugsandi, at tað eisini hevði havt kostað mannalív, leggur hann afturat.

Hann leggur afturat, at búskaparliga er stórur vandi fyri, at tað kundi havt endað við einum rættiligum skrædli. Tí høvdu fólk í stórum tali løgst við koronu, kundi ein stórur partur av vinnulívinum, og øðrum týdningarmiklum samfelagsfunktónum, saktans verið løgd lamin.

– At gera so nógvar kanningar, sum tilber – og at gera tað lætt og ómakaleyst hjá fólki at lata seg kanna, tað er vegurin fram, sigur Pál Weihe.