Hetta er ein keðilig støða

Hjá summum pensjónistum verður korona ein dýr søga

Tað er ein keðilig støða, at summir pensjónistar koma at standa eftir við ongum.

Tað sigur Beata L. Jensen, forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistunum.

Nú Løgtingið hevur samtykt ein hjálparpakka, sum skal tryggja teimum, sum verða send heim í kjalarvørrinum á korona-kreppuni, er greitt, at tað bara eru fólk ímillum 16 og 67 ár, sum skulu vænta sær hjálp.

Men verða fólk yvir 67 ár, sum eru í starvi hjá tí almenna, send til hús, fáa tey fulla løn ímeðan tey eru heima.

Men fólk í privatu vinnuni, sum verða send til hús, hava ikki rætt til løn. Her var tað so, at hjálparpakkin skuldi lofta teimum – men hann fevnir so bara um tey 16-67 ára gomlu.

So er talan um fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum verða send til hús, verður talan um munandi lønarmiss.

– Tað er so vanligt, at pensjónistar verða roknaðir sum annan floks borgarum, og at teir eru fyri mismuni, sigur Beata L. Jensen.

Samstundis hava politikarar gjørt nógv burtur úr at fáa pensjónistar at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum.

– Men nú teir verða heimsendir, standa teir eftir við ongum, tó at teir fáa sína pensjón, sigur forkvinnan í landsfelagnum hjá pensjónistum.

– Tað er rættilga keðiligt, at hesin mismunurin verður gjørdur á pensjónistum í almennum starvi og pensjónistum í privata arbeiðsmarknaðinum, sigur hon.