Hetta er ikki í ordan

Tað er ósømiligt at fólk, sum eru í sóttarhaldi, bróta reglurnar og fara til handils, sigur fútin

Tað eru framvegis nøkur av teimum, sum eru í sóttarhaldi, men sum ikki halda treytirnar.

Tað segði Michael Boolsen, fúti í tíðindafundi um korona nú seinnapartin.

Hann sigur, at fólk hava ringt til løgregluna at boða frá at fólk, sum tey vita eru í sóttarhaldi, eru farin til handils.

– Tað er ikki í ordan og tað er ósømiligt, sigur fútin.

Tí heitir hann staðiliga á fólk, sum eru í sóttarhaldi um at halda treytirnar.

– Fólk eru í sóttarhaldi, tí vandi er fyri, at tey kunnu smitta onnur, legði hann. Treytirnar í sóttarhaldinum skulu haldast og tí er hetta enn ein innilig áheitan á fólk um at lurta eftir tilmælunum, sigur fútin.

Hann vísir á, at mannagongdin, sum higartil er brúkt í Føroyum, hevur riggað væl og tí verður mælt til at halda fram á somu kós, og tað er at kanna so nógv fólk, sum tilber og at fáa tey í sóttarhald, sum eru smittað, og tey, sum hesi hava verið í samband við

Annars er løgmaður klárur við eini lóg, sum kann leggjast fyri Løgtingið fyrst í næstu viku um at geva myndugleikunum størri heimildir at seta fólki krøv.

Og tað væntar hann, verður gjørt og endamálið við tí er at geva myndugleikunum heimild til at seta ymisk forboð í gildi, samstundis sum at løgreglan fær heimild til at hava eftirlit við, at forboðini verða hildin.

 Summastaðni hevur eisini verið um at stytta tíðina, sum fólk skulu sita í sóttarhaldi. Men tað mælir føroyska farsóttarnevndini staðiliga frá.

– Tíðin, fólk skulu vera í sóttarhaldi, er tvær vikur, punktum, sigur fútin.