Hetta er ikki nøktandi

Vil Helgi Abrahamsen fara víðari við skeinkistøðunum, má hann gera tað øðrvísi, sigur samgongan – og hann má fáa greiði á, hvør bestemmar

Eru tað hesi, sum hava ræðið á Føroyum á hesum øki, ella er tað, ella er tað danska Fólkatingið. Tað má Helgi Abrahamsen fáa greiða á, um so er, at hann ætlar sær víðari

Eru tað hesi, sum hava ræðið á Føroyum á hesum øki, ella er tað, ella er tað danska Fólkatingið. Tað má Helgi Abrahamsen fáa greiða á, um so er, at hann ætlar sær víðari

Tað er ikki nøktandi, at ivi er sáddur um, hvør tað er, sum í roynd og veru hevur avgerðarrættin á hesum øki. Tað siga teir tríggir limirnir hjá samgonguni í Vinnunevndini, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Christian Andreasen.

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Landsstýrinum heimild til at lata skeinkistøð aftur, og at avmarkað talið á gestum, fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg.

Men tað fekk næstan onga undirtøku, heldur ikki í samgonguni og tí skuldi Vinnunevndin viðgera tað av nýggjum.

Men málið fekk eina krúllu afturat, tí mitt í øllum boðaði danska heilsumálaráðið frá, at føroyskir myndugleikar hava ikki loyvi til at lukka skeinkistøð við teirri grundgeving at tað er fyri at forða fyri smittuspjaðing. Farsóttir og tað, sum har til hoyrir, er nevniliga danskt málsøki.

Landsstýrið ætlaði annars, at heimildin at steingja skeinkistøð skuldi standa við til 31. mars næsta ár, men tingmenn í samgonguni vilja bara, at hon skal verða galdandi til 31. august í ár.

Les meiri um tað her: Samgongan hevur broytt støðu um skeinkistøðini

Men teir leggja afturat, at vil landsstýrismaðurin hava heimildina longda, má at hann bera seg rætt at.

Tað merkir, at hann heimildin skal ikki bara vera at lata skeinkistøð aftur, tí so skal hon fevna um øll viðurskifti har nógv fólk savnast, eitt nú til fótbóltsdystir, skrúðgongur og annars størri fólkamongdir.

Tey trý umboðini fyri samgongina halda eisini, at tað er ikki nøktandi, at tað er ógreitt um tað eru føroyskir myndugleikar, ella danska stjórnin, sum hevur avgerðarrættin á hesum øki.

– Ætlar landsstýrismaðurin at fáa heimildina til at seta tiltøk í verk longda út um 31. august, eigur hann fyrst at fáa greiðu á, um myndugleikin á økinum er í Føroyum ella í Danmark, siga Johan Dahl, Beinir Johannesen og Christian Andreasen.

Eru tað hesi, sum hava ræðið á Føroyum á hesum øki, ella er tað, ella er tað danska Fólkatingið. Tað má Helgi Abrahamsen fáa greiða á, um so er, at hann ætlar sær víðari