Hetta er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt

Vit mugu hava álit á, at tinglimir ikki gera sær dælt av støðuni, heldur tingkvinna fyri Tjóðveldi

 

 

– At Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál, er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt.

Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon sipar til viðgerðina hendan dagin, tá ið Løgtingið samtykti eina hjálparpakka fyri tálma avleiðingunum av koronakreppuni.

Tá hjálparpakkin varð samtyktur, var onki orðaskifti í Løgtinginum. Eitt er tað, at øll tingfólk vórðu ikki boðsend til fundar. Men nógv av teimum, sum møttu, sluppu heldur inn í sjálvan tingsalin

– Tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella at spyrja, og at kalla ongin nevndarviðgerð var, sigur Beinta Løwe.

Løgtingslimir, sum ikki vóru framsøgufólk, sluppu ikki inn í tingsalin, og sluppu ikki at taka orðið. Framsøgufólkini fingu tveir minuttir hvør at viðgera mál, ið kanska fara at kosta fleiri hundrað milliónir krónir.

– At løgtingslimir ikki sleppa inn í tingsalin, og at Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál, er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt, heldur hon.

Hon sigur, at tað er í krepputíðum, at fólkaræðið stendur sína roynd og prógvar sítt virði og hetta mugu vit halda fast um. 

Tí heldur hon, at tað er umráðandi, at Løgtingið sleppur at umrøða málini, tí her er tað trygdin og rættindini hjá fólki, tað snýr seg um.

Beinta Løwe sigur, at tíbetur hava allar Føroyar staðið saman í stríðnum móti korona.

– Men tað er í slíkum førum, at vit mugu vera varin, og ikki leypa á bláman, ávarar hon.

– Løgtingið er evsta vald, og beinleiðis umboð hjá Føroya fólki. Tí eigur Løgtingið eisini at sleppa at viðgera tiltøk, ið verða sett í verk.

– Eg veit, at talan er um eina bráfeingis støðu, og okkurt skal gerast beinavegin. Men so frægt álit mugu vit hava á tinglimum, at tey ikki gera sær dælt av støðuni, men at tey duga at halda seg til málini, heldur Beinta Løwe.

– Vit skulu ikki gloyma, at tað er Føroya fólk, ið ræður í Føroyum, og at Føroya fólk hevur valt 33 fólk í Løgtingið at stýra. Løgtingslimir mugu tí sleppa at seta spurningar, tí tað snýr seg um trygdina og rættindini hjá fólkinum. Vit mugu jú tryggja, at avgerðirnar verða so rættar, sum til ber í slíkum krepputíðum, leggur hon afturat.

Annars tekur hon undir við, at  ikki øll tingfólk møta á Løgtingi, tí tingið skal jú vera ført at stýra, um onkur tinglimur gerst sjúkur.

Og at enda takk hon løgmanni fyri tað, hann gera í hesum døgum.

– Uppgávan er ikki løtt, heldur Beinta Løwe.