– Hetta hava skeinkistøðini ikki uppiborið

– Vit hava eina samgongu, har partar av henni ynskja eitt forboðssamfelag, sigur Bjarni Kárson Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum ikki heldur, at tilmælini frá myndugleikunum um at skeinkistøð skulu steingja klokkan 22 geva meining

Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur fyri Framsókn

Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur fyri Framsókn

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, skilir ikki, hví myndugleikarnir enn mæla skeinkistøðum til at steingja klokkan 22.

Hann saknar nakrar grundgevingar fyri tilmælinum, tí hann stúrir fyri, at tilmælini fara at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri tey, ið eru í hesi vinnuni. Hann sær í síðsta enda fyri sær, at talan kann blíva um hópuppsagnir og húsagang hjá nógvum smærri vinnurekandi.

– Fólkini í hesari vinnuni hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman sum er, og tey hava ikki uppiborið at blíva útskammað fyri at hava opið til klokkan 24, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Hann heldur tí, at tilmælini mugu broytast.

– Eg havi ringt við at meta, hvørt klokkan 24, 02, ella 04 er tað, sum er forsvarligt, tí eg havi sum andstøðulimur ikki somu atgongd til fakligu ráðgevingina, og samgongan tekur ikki andstøðuna uppá ráð, og vit vera heldur ikki kunnað serliga væl, sigur Bjarni Kárason Petersen við in.fo.

Skeinkistøðini hava eisini rópað varskó fleiri ferðir, og tey hava sambært barreigara avtalað sínamillum at hava opið til á midnátt um vikuskiftini.

– Skeinkistøðini eru vorðin samd um at hava opið til klokkan 24, og tað haldi eg í øllum førum vera rímiligt, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

– Partur av samgonguni ynskir vinnuna burtur

Argumentið hjá løgmanni fyri at mæla skeinkistøðunum frá at hava opið um náttina er, at tað er torførari at halda skil á smittusporingini av COVID-19 í náttarlívinum.

– Smittusporingin er allarhelst verri í býarlívinum, men har kann ikki vera nógvur munur á klokkan 22 og 24. Men tað kann gera allan munin fyri vinnuna, um tey kunnu hava opið bara tveir tímar longri, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Mann má onkursvegna taka tað, sum løgmaður sigur, fyri góða vøru, men tað tykjast at vera sera nógvar andsøgnir uttan góða grundgeving. Og tí er tað lætt at fáa illgruna um, at tað er politikkur í hesum, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum setur spurnartekin við, um avgerðin botnar í nøkrum grundleggjandi meiningum hjá summum løgtingsfólkum heldur enn rationaliteti.

– Samgongan, sum situr við valdinum, er ógvuliga konservativ, og ávís løgingsfólk í samgonguni sóu helst, at hendan vinnan steðgaði upp. Vit hava eina samgongu, har partar av henni ynskja eitt forboðssamfelag, og í einari undantaksstøðu skal mann ansa serliga væl eftir hvat tey gera, sigur hann.

Bjarni Kárason Petersen greiðir víðari frá, hví tilmælini eftir hansara tykki ikki geva meining, og her sipar hann til avgerðina um, at fótbólturin er farin í gongd aftur í gongd aftur.

– Fótbólturin verður til dømis latin upp aftur, men skeinkistøðini skulu enn halda tilmæli. Fótbóltleikarar hava so ikki 1 metur frástøðu, men tað kanst tú hava í náttarlívinum, um mann skipar tað ordiligt, sigur hann og minnir á:

– Annars er onki til hindurs fyri at fólk smakka sær á tað fyrr, um tað verður afturlatið klokkan 22. Fólk eru ikki automatiskt minni ávirkað av, at klokkan er 22, heldur enn midnátt, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Um tilmælini ikki verða broytt, so heldur hann, at hendan vinnugreinin eigur at fáa ein hjálparpakka.

Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur fyri Framsókn