Hetta kann bjarga ferðavinnuna í Føroyum í ár

Vit eru akkurát líka spent um øll onnur, sigur forkvinnan í Ferðavinnufelagnum

Henny á Líknargøtu er øgiliga spent

Henny á Líknargøtu er øgiliga spent

– Hetta er rættiliga spennandi, og vit eru akkurát líka spent, sum øll onnur, upp á, hvørja avgerð, føroyskir myndugleikar nú fara at taka.

Tað sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna á Ferðavinnufelagnum og marknaðarleiðari á Smyril Line.

Íslendingar hava latið markið upp aftur fyri ferðafólki. Føroyingar og grønlendingar sleppa til íslands nú – uttan at fara í sóttarhald og tann 15. juni, ella kanska fyrr, sleppa eisini onnur ferðafólk til Íslands.

Og tað er Henny á Líknargøtu ómetaliga spent upp á, tí føroyska ferðavinnan liggur í skeljasori.

– Tað kann avgjørt verða bjargingin hjá føroysku ferðavinnuni í ár, sigur hon.

Men útvarpsstøðina FM1, sigur hon, at nú veldst alt um, hvørja støðu, føroysku myndugleikarnir taka.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða, hvørja støðu hon vónar, at føroysku myndugleikarnir taka.

Henny á Líknargøtu er øgiliga spent