Hetta kann gerast munurin á lívi og deyða

Nýggj gransking í Noregi skal nú avdúka, um mótevni í blóðinum hjá fólki, sum hava havt korona, kann brúkast til viðgerð av øðrum korona-sjúklingum.

 

 

- Hetta kann gerast munurin á lívi og deyða hjá nøkrum sjúklingum, sum hava fingið korona-smittu, sigur John Torgils Vaage, professari og leiðari fyri deildini, Immunologi og Transfusjonsmedisin á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo, stytt OUS.

Professarin er nú eisini leiðari fyri einari gransking, ið hevur til endamáls at veita verju til álvarsliga sjúkar korona-sjúklingar, sum eru í vandabólki fyri hesi sjúku, og á OUS verður nú av øllum alvi arbeitt við hesi gransking.

Norska kringvarpið skrivar, at granskarar vilja taka mótevni úr blóðinum hjá fólki, sum eru vorðin frísk av korona-smittuni, og vónin er, at hetta kann gerast bjargingin hjá teimum, sum eru ringast fyri og sum gerast rættiliga sjúk av korona-virusinum, covid-19.

NRK skrivar, at tað ber til at taka plasma frá fólki, sum hava havt korona-virus og lata hetta til sjúk fólk, sum treingja til heilivág, og hetta kann sambært blaðnum og professaranum gerast munurin á lívi og deyða hjá teimum, sum gerast álvarsliga sjúk.

John Torgils Vaage, professari, sigur, at talan kann gerast um vikur, til viðgerðin - um royndirnar fara at eydnast - kann setast í verk. Blóðplasma er tann parturin av blóðinum, sum er eftir, tá blóðkyknurnar eru tiknar burtur.

Plasma kann nevniliga brúkast til at gera heilivág við, sum skal brúkast í ymiskari viðgerð.

- Fólk, sum hava havt korona-smittu og eru vorðin frísk aftur, gera verjandi mótevni. Hesi kunnu flytast til onnur sjúk og kunnu í ávísum føri verja tann, sum fær plasma, ímóti korona-virusinum, sigur professarin, John Torgils Vaage.

Ein størri grein um hetta arbeiði, sum nú er í gongd á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo, kann lesast á www.nrk.no.

##med2##

 

 

John Torgils Vaage, professari á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo.