Hetta munar ov lítið og treytirnar eru ov harðar

Treytirnar eru so harðar, at hjálparpakkin minnur mest um eitt lán

 

 

Løgtingið fer nú at taka støðu til ein nýggjan hjálparpakka - men tað munar ov lítið, halda tey

Løgtingið fer nú at taka støðu til ein nýggjan hjálparpakka - men tað munar ov lítið, halda tey

Hjálparpakkin, sum landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið munar og lítið – og treytirnar fyri at fáa stuðul, eru ov harðar.

Tað halda tey í Íverksetarahúsinum og Hugskotinum. Tey vísa á, at í Danmark, Grønlandi, Noregi og íTýsklandi er hjálparpakkar komnir, sum svara til 6,5 prosent til  33 prosent av teirra Bruttutjóðarúrtøku.

Føroyar kemur við einum hjálparpakka, sum eftir øllum at døma svarar til ein lítið prosent av bruttutjóðarúrtøkuni.

– Tað líkist meira einum láni, tá ið so harðar treytir fylgja við, sum hesar, siga tey.

Tey sipa til, at sonevndi stuðulin skal gjaldast aftur, krónu fyri krónu, av møguligum yvirskoti fyri í ár, umframt at einki vinningsbýti skal útgjaldast næstu trý árini

– Hetta haldi vit eru alt ov hørð krøv, halda tey í Hugskotinum og Íverksetarahúsinum.

Treytin fyri at fáa stuðul er, at fyritøkan hevur mist minst 50 prosent av inntøkunum av korona.

– Vit halda at tað er meiningsleyst at hava eitt so knívskorið mark sum 50 prosent, tí hvat við teimum, har virksemið er minkað 49 prosent, spyrja tey.

Tað halda, at vit áttu heldur at havt eina stigvísa skipan.

Tey halda eisini, at tað er øgiliga ringt at áseta eina løn til ein nýbyrjaðan íverksetara, tí fleiri hava ikki goldið sær løn hvønn mánað.

Tey halda, at Løgtingið má hugsa um tey, sum hava hava arbeitt í eitt ár, og sum onga inntøku hava havt – men har góð útlit hevði verið fyri inntøkum í ár

Tey hald eisini, at Løgtingið má hugsa um tey, sum kunnu vísa á beinleiðis mistar bíleggingar í hesum koronatíðum.

Løgtingið fer nú at taka støðu til ein nýggjan hjálparpakka - men tað munar ov lítið, halda tey