Hillary Clinton stuðlar Biden sum næsta forseta í USA

Hetta er tíðin, vit hava brúk fyri einum forseta sum Joe Biden, sigur Clinton í eini formligar stuðulslýsing.

Forsetavalevnið Joe Biden á videofundi við Hillary Clinton. Handout/Ritzau Scanpix

Forsetavalevnið Joe Biden á videofundi við Hillary Clinton. Handout/Ritzau Scanpix

Sum fyrrverandi demokratiskt forsetavalevni gevur Hillary Clinton í dag fyrrverandi varaforsetanum sín stuðul.

Við ógvuliga stórum sannlíkindum verður Joe Biden formliga valdur sum forsetavalevni fyri Demokratarnar og harvið tann, sum skal bjóða Donald Trump av, á valinum í november.

Clinton gav honum sín stuðul í einum videobroti í kvøld.

– Eg vil fegin stuðla við mínari atkvøðu millum tey mongu, sum hava givið tær sín stuðul til at gerast okkara forsetai, sigur Hillary Clinton í samrøðu við Biden.

– Eg vildi ynskt, at tú vart forseti bein nú, leggur hon afturat.

Clinton tapti sjálv fyri Donald Trump á seinasta forsetavali í november 2016.

– Hugsið um, hvat tað hevði merkt, um vit høvdu ein rættiligan forseta, og ikki bara ein spælir í sjónvarpinum, segð Clinton við tilsiping til Donald Trump.

Atfinningar hava verið ímóti Trump – serliga frá demokratum – fyri handfaringina av koronakreppuni, sum higarti hevur kravt yvir 57.000 mannalív í USA.

– Hetta er in tíð, har vit hava brúk fyri einum leiðara, einum forseta sum Joe Biden, sigur Clinton.

Fyrr hevur eisini fyrrverandi forsetin Barack Obama og fleiri ðarir leiðandi demokratar formliga givið Biden sín stuðul.

Biden er so at siga vísur í at vinna tilnevningina og formliga gerast floksins forsetavalevni, tá koronakreppan fyrr ella seinni loyvir Demokratunum at svanst til floksting – sum annaðhvørt veðrur við at hittast ella á netinum.

Øll mótstøðufólk hansara í stríðnum at gerast forsetavalevni hava tveitt handklæði í ringin og í staðin givði honum sín stuðul.

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Forsetavalevnið Joe Biden á videofundi við Hillary Clinton. Handout/Ritzau Scanpix