Hjálp til teirra, sum eiga børn við serligum tørvi!

Tað er hart at fáa eitt barn, sum vísir seg hava serligar avbjóðingar.

 

Fyri tað fyrsta eru tað sorgin og skelkurin um, at barninum bagdi eitthvørt. At tað ikki varð júst sum hini. At tað ikki varð júst, sum væntað.

 

Men afturat hesi torføru støðuni leggja vit mangan stein omaná byrðu, tí skipanirnar, sum eiga at stuðla og avlasta hesi mangan sperdu foreldur, eru alt annað enn lættar at fáast við.

 

Vit hoyra aftur og aftur foreldur greiða frá, hvussu tey mugu stríðast við myndugleikarnar um ymiskt, sum teimum tørva, og sum tey eiga rætt til.

 

Vit hava hoyrt um stríðið fyri at fáa hóskandi pláss í bæði barnagarði, skúla og eftir skúlatíðina. Um stríðið at finna hóskandi bústað ella fyri at fáa ta avlastingina, sum kann veita teimum ein alneyðugan skáa í krevjandi gerandisdegnum.

 

Vit hoyra, hvussu hjálpin í dag ikki er nóg fullfíggjað, og at kunningin um hvat tey hava rætt til, er alt ov vánalig.

 

Hetta mugu vit rætta!

 

Javnaðarflokkurin vil víðka tilboðið »Tann góða tilgongdin«, sum í dag er til børn við autismu, til at fevna um øll børn, sum hava ella fáa brek ella varandi sjúku.

 

Tað er alneyðugt, at øll foreldur í hesi torføru støðuni fáa skjóta og holla ráðgeving, og at tey fáa eina heildartænastu, sum veruliga lættir um, og sum tey ikki skulu stríðast fyri.

 

Øll børn hava onkrar eginleikar, førleikar og styrkir. Men umstøðurnar og skipanirnar mugu vera smíðaðar soleiðis, at tey øll fáa brúkt evnini, tey hava. Tað er avgerandi fyri lívsgóðskuna og menningina hjá tí einstaka – og í longdini er tað jú eisini nógv betri fyri samfelagið.

 

Tí avleiðingarnar av at liva í eini vónleysari støðu – uttan skúlatilboð, uttan arbeiðstilboð, heima hjá foreldrunum - eru dýrar. Fyri tann einstaka, fyri tey avvarðandi og fyri samfelagið.

 

Vit skulu skipa fleiri skúlatilboð og fleiri bústaðir – vardar ella partvís vardar, so menningin ongantíð verður avbrotin, men støðugt heldur fram, eins og hon ger hjá okkum øðrum.


Kjarnan í javnaðarhugsjónini er, at øll børn skulu fáa somu møguleikar til eitt gott lív, sama hvat útgangsstøði tey hava.


Vit kunnu ongantíð taka burtur ampan, sum foreldur hava um síni børn. Men vit kunnu minka munandi um krevjandi uppgávuna og strevið hjá teimum, ið eiga børn við serligum avbjóðingum, um vit lurta eftir teirra upplivingum og broyta skipanirnar, so tær heldur enn at veita enn størri ørkymlan í staðin veita góða og tiltrongda hjálp.

 

Javnaðarflokkurin vil birta vónina hjá hesum børnum og foreldrum teirra - heldur enn at køva hana.

 

Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin