Hjálparpakki nummar tvey á veg í USA

Fyrsti koronahjálparpakkin í USA varð samtyktur síðst í mars. Trump sigur, at ein annar pakki er á veg.

USA er »nær við« at hava annan hjálparpakkan kláran, sum skal bøta um búskaparligu avleiðingarnar av virusútbrotinum.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum dagliga tíðindafundi, í Hvítu Húsunum. Hann sigur, at Republikanararnir eru um at fáa í lag eina avtalu við Demokratarnar, og ein avgerð kann verða tikin í seinasta lagi í morgin.

Fyrsti hjálparpakkin í USA undir koronakreppuni varð samtyktur síðst í mars.

Har goðkendi Senatið ein koronapakka, sum hevði við sær búskaparliga hjálp fyri 2.200 milliardir dollarar. Seinni samtykti eisini Umboðsmannatingið sum væntað eisini pakkan. Upphæddin svarar til 15.000 milliardir krónur.

Pakkin hevði kontantar útgjaldingar til amerikanskar skattgjaldarar og fleiri hundrað milliardir dollarar í stuðuli og lánum til smá virki.

Pakkin hjálpti eisini sjúkrahúsum, sum høvdu tørv á heilivági og sjúkrahúsútgerð, og víðkaði stuðulin til arbeiðsleys.

/ritzau/Reuters