Hjálparpakki til fyritøkur

Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum, hevur júst kunnað um hjálparpakka 2 á tíðindafund í Kringvarpinum

Fyritøkur skulu kunna søkja um upp til 80.000 krónur í stuðuli um mánaðin í tríggjar mánaðir, tað vil siga í mesta lagi 240.000 krónur tilsaman. Eitt loft verður lagt á stjóralønir, sum ikki skulu vera hægri enn 600.000 krónur um árið.

Vinningsbýti skal ikki verður útlutað komandi trý árini.

Hjálparpakkin tekur støði í umsetninginum hjá fyritøkunum næstu tríggjar mánaðirnar, sum skulu samanberst við somu mánaðir í fjør. Vísir tað seg, at umsetningurin er minkaður meira enn 50%, so vil landskassin stuðla, og stuðulin verður 75 prosent av mista umsetninginum, tó í mesta lagi 80.000 krónur.

Helgi Abrahamsen segði, at tað er ikki rætt, at bíðað verður við at gjalda út.
– Tað verður goldið út so skjótt sum møguligt, og tá ið skipanin er klár, sigur hann.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísti á, at í fyrsta umfari verður mett um inntøkumissin næstu tríggjar mánaðirnar, og so verður goldið út. Tá ið tíðarskeiðið er liðugt, og tølini eru komin til vega, vera reguleringar gjørdar.

Helgi Abrahamsen vísti eisini á, at eingin skal hava møguleika at fara upp í løn. Til dømis um ein hevur bæði A og B inntøku.

Hann vísti eisini á, at ítróttarfólk ikki skulu kunna fara uppum tann sáttmálaløn, ið tað einstaka ítróttarfólkið hevur.

Landsstýrismaðurin væntar, at tað kemur ein hjálparpakki afturat til størri fyritøkur.