Hjúnabandslógin ein frælsissigur

Tað hoyrdist fagnaðarróp uttanfyri Føroya Løgting, tá ein meirluti í løgtinginum samtykti at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd nú eisini kunnu giftast. Nógv tár blivu feld, og gjørdist hetta ein minniligur dagur fyri nógvar føroyingar bæði so og so.

Ein skuldi nú trúð, at stríðið um hjúnabandslógina var ein yvirstaðin kapittul. Okkurt bendir tó á, at soleiðis skal ikki verða. Ikki enn í øllum førum. Tí í hesum valstríðnum hava ávís valevni borið fram, at hesi ætla sær at blíva vald inn á Føroya Løgting, so tey kunnu arbeiða fyri at broyta hjúnbandslógina aftur til tað, sum hon einaferð var.

At kunna gifta seg er ein menniskjasligur rættur, og var broytingin av hjúnabandslógini ein frælsissigur hjá samkyndum føroyingum. Ístaðin fyri at óttast eiga vit heldur at friðhalga vunnin rættindi til frælsi. 

Tað er mín fatan, at mótstøðan av hjúnabandslógini kemst av, at lógin er so mikið nýggj, og at hon enn ikki hevur megnað at grundfest seg manna millum. 

Tí er umráðandi, at vit onnur stuðla uppundir og tosa opið og jaligt um rættindini hjá samkyndum. Ein lítil detalja, sum kynsligur samleiki, eigur ikki at vera ein forðing fyri frælsinum til sjálvur at kunna velja sín egna hjúnafelaga.

So góðu tit, sum enn ikki hava svølgt tykkara kamel. Komið víðari og hyggið heldur frameftir enn aftureftir.

 

Kristina Roest,

valevni Javnaðarflokkurin