Havsbrún í Fuglafirði hevur í seinastuni keypt væl av svartkjafti til sína framleiðslu av fiskamjøli og lýsi, sum eitt nú er partur av grundarlagnum undir framleiðsluni av alifóðuri.
Í dag landar Høgaberg 1850 tons í Fuglafirði, og tá liðugt er at landa Høgaberg, verður Fagraberg landaður. Teir hava umleið 2800 tons av svartkjafti, sum Havsbrún keypir.
Tað er hugaligt at síggja, at uppsjóvarvinnan - hóast truplu umstøðurnar, nú eingin fiskiveiðisáttmáli er við Stórabretland - kortini fær nakað burtur úr svartkjaftinum.